Reinari olja. Betri rakstur.

Vit eru umboð fyri CJC™ í Føroyum og veita filturloysnir til motorar, hydraulikskipanir, gear og annan tekniskan útbúnað.

Við CJC™ filturloysnum ber til at reinsa oljuna fyri vatni, partiklum og øðrum óynsktum dálkingum. Hetta kann minka um slit á maskinum og leingja um livitíðina á bæði olju og komponentum.

Filturloysnir til ymiskar uppgávur

CJC™ hevur filturloysnir til eina breiða røð av tekniskum skipanum. Vit hjálpa við at finna røttu loysnina til júst tína maskinu ella skipan.

Vit hava bæði filturloysnir, elementir og eykalutir á goymslu og kunnu veita ráðgeving um val av filtri, uppseting og viðlíkahald.

Ráðgeving og leiga

Um tú hevur tørv á at fáa oljuna reinsaða uttan at gera íløgur í eina fasta filturloysn, bjóða vit eisini CJC™ filturloysnir til leigu.

Vit kunnu hjálpa við at meta um tørvin og finna eina hóskandi loysn — bæði til einstakar uppgávur og sum part av regluligum viðlíkahaldi.