Lutir til umvæling og viðlíkahald

Á goymsluni hava vit eitt breitt úrval av lutum og tilfari til umvæling, viðlíkahald og dagligt arbeiði. Vit royna at hava tað, sum tørvur er á, tøkt á goymslu, so arbeiðið kann ganga skjótt og smidliga.

Á goymsluni finnur tú millum annað boltar, elektrodur, stálplátur, rustfrítt stál, aluminium, Johnson-pumpur, hydraulikfittings, kúlulegir, impellarar, pakningar, dynamoir, startarar, reimskivur, dykkpumpur og mangt annað.

Filtur og filturloysnir

Vit hava eisini eitt breitt úrval av filtrum og filturloysnum til motorar, hydraulikskipanir og annan útbúnað. Hetta fevnir bæði um vanlig filtur og eykalutir til ymiskar skipanir.

Á goymsluni hava vit CJC™ filturloysnir, elementir og eykalutir, Mitsubishi filtur, Fleetguard filtur til flestu motormerkir, hydraulikfiltrur og annað filturtilfar.