Umvæling og umbygging av skipum og bátum
Vit gera bæði smærri ábøtur og størri umvælingar, so skip og bátar kunnu halda fram við tryggum og støðugum rakstri.
Motor- og maskinumvæling
Umvæling og yvirháling av motorum, gearum, turbinum og øðrum mekaniskum útbúnaði, so raksturin verður álítandi og effektivur.
Ventilar og toppstykki
Slíping av ventilum og setrum við nýmótans maskinum og planslíping av toppstykkjum, sum tryggjar langa livitíð og góðan tættleika.
Stál- og aluminiumarbeiði
Vit arbeiða við framleiðslu, tillaging og umvæling av konstruktiónum til sjógv og vinnu – alt frá smálutum til størri eindir.
Íseting og uppseting
Vit seta upp motorar og aðrar skipanir við neyvari tillaging og próvroyndum, so alt riggar, sum tað skal.
CJC loysnir
Reinari olja – longri livitíð.
Vit selja og leiga út CJC™ filtreringsskipanir, sum minka um slit og betra um raksturin á motorum og hydrauliskum skipanum.